Ongi úrslit

Eitt sindur færri suðuroyingar á ólavsøku í ár

Skiparin heldur, at tað serliga eru veðurtíðindi, sum fáa fólk at setast aftur

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Á ólavsøku streyma fólk úr øllum landinum til Havnar - men í ár verða suðuroyingarnir ikki heilt so nógvir í tali á ólavsøku, sum í fjør.

– Tað eru ikki so nógv fólk farin norður á ólavsøku, sum tað plagdu, sigur Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli.

Hann sigur, at í gjár flutti Smyril 1.059 fólk úr Suðuroy til Havnar og dag eru 521 fólk farin til Havnar á ólavsøku.

Tilsamans eru sostatt 1.580 fólk farin úr Suðuroy til Havnar á ólavsøku í gjár og dag, men nøkur fara so eisini til Havnar í morgin

Sostatt eru tað nakrir hundrað suðuroyingar færri á ólavsøku í ár enn tað vóru í fjør. Skiparin heldur, at tað eru veðurtíðindini, sum hava fingið summi at setast aftur, tí hann hevur sagt frá nakað av regni á ólavsøku.

Men hann sigur kortini, at fríggjakvøldið var Tórsfest í Havn og tá fóru 400 fólk norður við Smyrli, og tað er hugsandi, at summi av teimum bara hava hildið stásið við líka og halda fram á ólavsøku, uttan at koma suður ímillum.

Tað eru nógv færri, sum koma suður úr Havnini til Suðuroyar um ólavsøkuna. Í morgun vóru bar 29 fólk suður við Smyrli og í gjár vóru tilsamans eini 360 fólk suður við.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

Í gjár kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30