Ongi úrslit

Elbilar í Føroyum: Løgtingsmaður vil hava javnan vegskatt

Elbilar rinda munandi minni í vegskatti enn vanligir persónbilar. Nú verður landsstýrismaðurin biðin um at taka støðu til eina broyting.

Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Elbilar og vetnisbilar áttu at verði javnsettir við aðrar bilar í vegskattinum.

Tað er kjarnin í einum skrivligum fyrispurningi, sum Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, hevur sett Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Hann spyr, um landsstýrismaðurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum javnsetir el- og vetnisbilar við aðrar bilar í vegskattinum.

Fleiri elbilar á vegunum

Sambært tølum frá Akstovuni vóru 3.119 elbilar skrásettir í Føroyum 1. juni 2026. Tilsamans vóru 28.411 persónbilar skrásettir. Tað svarar til umleið 11 prosent av øllum persónbilum í landinum.

Rinda munandi minni

Í viðmerkingunum verður víst á, at elbilar rinda 1.500 krónur í vegskatti. Tað er umleið ein triðingur av tí, sum aðrir persónbilar rinda í miðal.

Samstundis verður ført fram, at elbilar eru munandi tyngri enn aðrir persónbilar. Sambært fyrispurninginum kann hetta hava við sær størri slit á vegakervið, sum frammanundan krevur munandi viðlíkahald.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

21 tímar síðan

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32