Ongi úrslit

Eldur í grótbrotinum í Froðba: Sløkkiliðið heldur vakið eyga við støðuni

Nógvur roykur kom fríggjadagin úr grótbrotinum undir Akurgerði í Froðba. Eingin beinleiðis vandi var á ferð, men roykurin kundi vera til ampa hjá fólki í økinum.

Edmund Jacobsen
17 tímar síðan

Fríggjadagin 17. juli sást nógvur roykur úr grótbrotinum undir Akurgerði í Froðba, har endurnýtsluplássið millum annað heldur til.

Eldur var komin í eina gamla rúgvu av greinum, hoyggi og øðrum lívrunnum tilfari, sum er tyrvt í grótbrotinum. Náttúrliga niðurbrótingin hevði fingið tilfarið at hitna og gløða inni í rúgvuni.

Roykurin kann taka seg upp aftur

Tvøroyrar sløkkilið hevur síðani sproytað vatn á rúgvuna. Tað hevur hjálpt væl, men roykurin kann taka seg upp aftur, tá ið vatnið er guvað burtur, ella meira luft sleppur inn í rúgvuna.

Átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum hevur støðuna undir eftirliti og metir ikki, at nakar beinleiðis vandi er á ferð.

Eldur í stórum rúgvum av lívrunnum tilfari kann kortini vera bæði drúgvur og torførur at sløkkja. Hiti og gløður kunnu liggja djúpt inni í rúgvuni, hóast lítið sæst á yvirflatuni.

Fólk eiga at lata vindeygu og hurðar aftur

Roykurin kann vera til ampa, serliga tá ið lotið liggur inn yvir bygt øki. Fólk, sum merkja ampa av roykinum, verða biðin um at lata vindeygu og hurðar aftur og avmarka tíðina uttandura, meðan roykurin liggur á.

Støðan verður framhaldandi eygleidd. Versna viðurskiftini, verður av nýggjum mett um, hvørji tiltøk skulu setast í verk.

Tað kann gerast neyðugt at grava rúgvuna varliga sundur og væta tilfarið lag fyri lag undir neyvum eftirliti hjá sløkkiliðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Grát mín elskaði býur

15 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

Í gjár kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00