Týska hondbóltsárið er av. Magdeburg vann meistaraheitið, og Füchse Berlin við Hákuni West av Teigum á liðnum endaði næstfremst. Í fjør vóru Hákun West av Teigum og liðfelagar hansara meistarar.
Hjá THW Kiel hilnaðist ikki so væl, sum tað hevur gjørt undanfarnu árini. Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu endaði á sætta plássi við 42 stigum. Hetta var sama stigatal, sum tað var hjá Lemgo, ið endaði á fimta plássi. Fimta plássi ber rættin við sær næsta kappingarár at luttaka í europeiskari kapping. THW Kiel kvalifiseraði seg ikki at luttaka í Europa í heyst. Tað er stórt vónbrot, tí THW Kiel hevur undanfarnu árini verið fastur fúsur í Europa.
Hóast THW Kiel ikki megnaði europeiska luttøku, og hóast Elias Ellefsen á Skipagøtu í vár hevur verið nógv skaðadarvaður og hvørki hevur spælt í felagnum ella á føroyska landsliðnum, so verður hann roknaður at vera besti spælskipari síðsta kappingarár í týskum hondbólti.
Tað eru fjepparar í týskum hondbólti, sum hava atkvøtt um ársins lið, og sambært sport.tv2.dk hava teir valt Elias Ellefsen á Skipagøtu at vera besta spælskiparan og tríggjar danir at vera á liðnum, sum sær soleiðis út: Sergey Hernandez, málverji, Magdeburg – Emil Jakobsen, vinstrivongur, Flensburg-Handewitt, Frederik Bo Andersen, høgrivongur, HSV Hamburg, Jannik Kohlbacher, strikuspælari, Rhein-Neckar Löwen, Julian Köster, vinstribakkur, VfL Gummerbach, Mathias Gidsel, høgribakkur, Füchse Berlin og Elias Ellefsen á Skipagøtu, spælskipari, THW Kiel.