Ongi úrslit

Elon Musk fer at gera samrøðu við AfD-leiðara á X

Amerikanski fleirfaldaði milliarderurin, Elon Musk, og leiðarin í týska høgraflokkinum Alternative für Deutchland (AfD), Alice Weidel, fara at tosa saman tann 9. januar

Ragnar Sjúrðarson
3. januar 2025 kl. 19:10

Tann 9. januar klokkan 18:00 okkara tíð, fer heimsins ríkasti maður nakrantíð, Elon Musk, at gera samrøðu við leiðarin í týska høgraflokkinum Alternative für Deutchland (AfD), Alice Weidel, á sosiala miðlinum hjá Musk, X. Tað vátta tey bæði á X.

Stutt fyri jól setti Musk eld í politiska landslagið í Týsklandi, tá hann á X skrivaði, at “bert AfD kann bjarga Týsklandi”.

Millum annað var sosialdemokratiski kanslarin, Olaf Scholz, alt annað enn fegin um útsøgnina.

-    Vit hava talufrælsi, sum eisini fevnur um multimilliarderar, men talufrælsi merkir eisini, at man kann siga ting, ið ikki eru røtt, og sum ikki eru góð politisk ráð, segði hann.

Tað er val í Týsklandi tann 23. Februar. 

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

13 tímar síðan

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Minningarorð um Jóhan Larsen av Eiði

14. oktober kl. 13:04

Nógv boð um stormskaða í dag

14. oktober kl. 17:24