Ongi úrslit

Enn er ikki avgjørt um tað verður vegur ella tunnil á Sandi

Áki Bertholdsen
23 tímar síðan

Enn er endalig avgerð ikki tikin, um ein partur av vegnum á Sandi – í sambandi við Suðuroyartunnilin – verður lagdur í ein tunnil undir Traðarhamri, ella um talan verður um ein veg eftir Traðarhamri.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum eisini umsitur Suðuroyartunnilin.

Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður úr Sandoynni fyri Fólkaflokkin, hevur spurt landsstýrismannin, hvussu er vorðið við vegaføringini ímillum Sandoyartunnilin og ætlaða Suðuroyartunnilin, sum fer niður við Skarvanes.

Jacob Vestergaard sigur, at royndarboringar á Traðarhamri eru akkurát lidnar, og at tilfarið er nú farið til Jarðfeingi til kanningar.

Av tí at so stutt er fráliðið, er greiningararbeiðið ikki liðugt, og ongar endaligar niðurstøður eru gjørdar enn, sigur landsstýrismaðurin. Tó vístu kanningarnar undir sjálvari boringini eftir øllum at døma ikki nakað óvæntað.

Men Jacob Vestergaard sigur, at enn er kortini ikki avgjørt, um loysnin verður ein vegur eftir Traðarhamri, ella um tað verður ein vegur og tunnil gjøgnum Traðarhamar. Tað verður avgjørt út frá vega- og ferðslutekniskum viðurskiftum, umframt ávirkanini á umhvørvið, sigur hann.

Verður talan um tunnil, er ætlanin, at hann fer inn Uppi í Heiðini oman fyri Sandslíð og út aftur norðan fyri Miðstovugarðin í Trøðum og Traðardali. Tunnilin verður umleið 1.700 metrar langur.

Vegurin í Traðardali, frá tunnilsmunnanum norður til Sandoyartunnilin, fer helst at fylgja markinum millum innangarðs- og uttangarðsjørðina norðureftir. Nakað norðan fyri Meginskúlan snarar vegurin oman móti íbindingini í vegin til Sandoyartunnilin, har ein rundkoyring verður gjørd.

Frá tunnilsmunnanum uppi á Traðarhamri gongur vegurin ætlandi suðureftir og verður bundin í vegin til Skarvanes og eysturbygdirnar.

Ætlanin er, at øll verkætlanin verður prosjekterað í senn.

Tunnilsfelagið sigur, at leysliga mett fer ein tunnil gjøgnum Traðarhamar at kosta ímillum 300 og 350 milliónir. Ein vegur eftir Traðarhamri fer at kosta 150-170 milliónir.

Ganga fyrireikingarnar sum ætlað, og fara viðgerðirnar hjá myndugleikunum ikki at seinka verkætlanini, kann bjóðast út um eini tvey ár, og tá ið boðini eru komin inn, skal Løgtingið so taka endaliga støðu til, um farast skal undir verkætlanina, sigur Jacob Vestergaard.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

6 tímar síðan

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

Í gjár kl. 09:09