Amerikanski sendiharrin í Grønlandi, Jeff Landry, lendi í Nuuk fyri umleið einum tíma síðani. Hettar skrivar Sermitsiaq.
Hann skal luttaka á handilsmessuni Future Greenland, týsdagin og mikudagin í næstu viku.
Hann fer eisini at hitta grønlendingar saman við amerikanska sendiharranum í Danmark, Ken Howery, fyri at lurta og læra meira um grønlendsk viðurskiftir.
DR fekk orðið á Jeff Landry, tá hann kom niðan í miðbýin í Nuuk. Hann var tá spurdur, um hann hevði eina heilsan frá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
-Ja, eg tosaði við hann so seint sum í gjárkvøldið, har hann segði:
-Far yvir har og fá tær nógvar vinir, so nógvar vinir sum gjørligt, segði Jeff Landry við DR.
Mynd:Trine Juncher Jørgensen.
Kendu kepparnir við tekstinum "Make America Great Again", eisini at síggja í viðførinum hjá amerikonsku sendinevndini.
Sendinevndin hevur checkað inn á Hotel Aurora Apartments í miðbýnum í Nuuk. Meðan tey lossaðu frá tyrluni hjá Air Greenland, vórðu fleiri kassar við teimum kendu keppunum bornir inn á hotellið.