Tað hevur gingið væl hjá Føroya Banka higartil í ár. Bankin hevur nú kunngjørt roknskapin fyri fyrra hálvár í ár og úrlitið er, at avlopið var 125 milliónir, eftir skatt.
Gongdin hevur verið góð og støðug gongd og sum heild eru vit fegin um úrslitið, sigur Turið Arge, forstjóri, í tíðindaskrivi í morgun.
Fíggjarstøðan hjá kundunum hjá Føroya Banka - bæði húsarhaldum og fyritøkum - er góð, og tí missur bankin ikki pengar og fáar umbønir eru um gjaldsskáar.
Sostatt eru útlitini fyri restina av árinum eisini góð, sigur Turið F. Arge
Higartil í ár er virksemið fýra prosent størri enn í fjør Inntøkurnar hækkaðar, hóast hvørki prísir ella gjøld eru hækkað í fyrra hálvári. Hetta vísir, at kundavirksemið er vorðið størri og heldur fram at vaksa.
Ein liður í vaksandi virkisvavinum er økt íløguvirksemi. Alsamt fleiri kundar seta pensjónina í íløgur, og somuleiðis síggja vit, at fleiri og fleiri gera íløgur í netbankanum, sigur bankin.
Tað hevur loyst seg væl at seta pensjónina í íløgur, og higartil í ár hevur avkastið verið gott. Sum dømi kann nevnast, at summar pensjónir hava fingið 8,80 prosent í avkasti, eftir at kostnaðir eru drignir frá.
Sum nakað nýtt kunnu foreldur nú eisini seta samansparingina hjá børnunum í íløgur. Tá verður peningurin, sum verður fluttur á kontuna hjá barninum hvønn mánað, sjálvvirkandi settur í íløgur og tað verður nógv brúkt, sigur bankin.
Útlitini fyri restina av árinum eru eisini góð, men onkrar rentuhækkingar verða helst. Tey væntar nevniliga eina rentuhækking aftrat í ár og kanska eina afturat aftan á tað.
– Vit hava ongar ábendingar um, at okkara kundar ikki klára, ella fara at klára, at svara sínum skyldum, tvørturímóti er fíggjarstøðan góð, sigur Turið F. Arge.
Tey vænta, at tilsamans verður úrslitið fyri í ár eitt yvirskot upp á 195 - 235 milliónir.
Roknskapurin í stuttum
– Úrslitið eftir skatt var 125 milliónir.
– Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 111 milliónir.
– Útlánini vóru 9,8 milliardir.
– Innlánini vóru 11,4 milliardir.
– Realkredittlánini vóru 3 milliardir.