Ongi úrslit

ES hevur stuðlað við milliardum – men taraídnaðurin bíðar framvegis eftir gjøgnumbroti

ES hevur brúkt meira enn 4,8 milliardir krónur upp á menning av taraídnaðinum, men sambært stjóranum í Ocean Rainforest er tað framvegis regluverkið – og ikki tøknin – sum forðar vinnuni í at vaksa.

© Privat mynd.
Ólavur Gregersen.
Edmund Jacobsen
25. mai kl. 11:19

Forstjórin í Ocean Rainforest, Olavur Gregersen, luttók sum samskipari í Horizon Europe SeaMark-verkætlanini, sum fór fram á Kypros í farnu viku.

Sambært stjóranum hevur evropeiski tara­geirin ikki miseydnaðst við at vaksa – skipanin hevur bert ikki tillagað seg virðið í vinnuni. 

Seinastu 10 árini hevur ES sett meira enn 650 milliónir evrur av til meira enn 250 verkætlanir innan menning av algum. Tað svarar til umleið 4,85 milliardir krónur.

Tøknin er klár

Ólavur Gregersen vísir á, at vitan, alingaraðhættir, framleiðslutøkni og nýggjar vørur longu eru tøkar. Kortini hava fleiri loysnir ilt við at sleppa á marknaðin í Evropa.

Eitt dømi eru plantustyrkjandi evni grundað á tara. Sambært felagnum kann tað í dag vera skjótari at fáa slíkar vørur góðkendar í USA enn í ES.

Meiri enn bara matur

Sambært Ocean Rainforest kann taraaling hjálpa við matvørutrygd, minka um tørvin á vanligum tøðevnum, styrkja veðurlagsmótstøðuføri og skapa arbeiðspláss fyri tey, ið búgva tætt við sjógvin.

Boðskapurin úr Kypros var greiður: Evropa hevur vitanina – nú krevst eitt regluverk, sum gevur vinnuni vakstrarmøguleikar.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14