Ongi úrslit

ES letur dyrnar upp: Avstralia og Nýsæland kunnu fylgja Kanada

Avstralia og Nýsæland kunnu gerast partur av einum nýggjum slagi av atknýttum ES-limaskapi, sigur Roberta Metsola, forseti í ES-tinginum.

© Wikipedia.
Avstralia og Nýsæland kunnu verða millum næstu londini, sum knýta seg tættari at ES, sigur Roberta Metsola, forseti í ES-tinginum.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Avstralia og Nýsæland kunnu verða millum næstu londini, sum knýta seg tættari at ES. Roberta Metsola, forseti í ES-tinginum, sigur við Euronews, at londini kunnu fylgja Kanada og fáa ein nýggjan atknýttan limaskap.

Ein triði møguleiki

Ætlanin er framvegis á einum tíðligum stigi. Sambært Metsola skal nýggja skipanin vera ein triði møguleiki millum fullan ES-limaskap og støðuna sum umsøkjaraland. Samstarvið kann fevna um handil, kritisk ráevni og felags reglur.

– Í óvissum tíðum hevur tað týdning at hava vinir, sigur Metsola.

Kanada kann ganga undan

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, skeyt mikudagin upp, at Kanada fær atknýttan limaskap í ES. Kanada leitar eftir tættari samstarvi við ES samstundis sum handilsstríðið við USA er harðnað.

Donald Trump hevur sagt, at hann kann seta nýggjan toll á vørur úr ES, um ætlanin um atknýttan limaskap verður mett sum fíggindalig.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

Í gjár kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12