Ongi úrslit

ES-mótstøðan veksur: Tvær av trimum íslendskum fyritøkum siga nei til limaskap

Mótstøðan móti íslendskum ES-limaskapi er vaksin. Serliga stórar fyritøkur stúra fyri avleiðingunum av harðari kapping.

© James / Unsplash.
Ein nýggj kanning hjá Samtøkum íslendska vinnulívsins vísir, at 66 prosent av limafyritøkunum eru ímóti ES-limaskapi. Í undanfarnu kanningini var mótstøðan 60 prosent.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Tvær av trimum íslendskum fyritøkum eru nú ímóti, at Ísland gerst limur í ES. Einans 22 prosent taka undir við limaskapi.

Ein nýggj kanning hjá Samtøkum íslendska vinnulívsins vísir, at 66 prosent av limafyritøkunum eru ímóti ES-limaskapi. Í undanfarnu kanningini var mótstøðan 60 prosent.

Stóru fyritøkurnar mest ímóti

Mótstøðan er í øllum støddarbólkum, men hon er størst millum tær størstu fyritøkurnar.

Millum fyritøkur, sum hava meira enn 2,5 milliardir íslendskar krónur í árligum umsetningi, eru 73 prosent ímóti limaskapi. Einans 15 prosent eru fyri.

Sjálvræði er tann vanligasta grundgevingin fyri mótstøðuni. Tað nevna 26 prosent av teimum spurdu. Tilfeingispolitikkur verður nevndur av 19 prosentum, meðan 16 prosent vísa á rentur og prísvøkstur.

Íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir, heldur, at fleiri fyritøkur stúra fyri kappingini, sum ein tættari tilknýting at ES kann hava við sær.

– Nógvar fyritøkur her eru miðalstórar. Tær standa seg væl í einari lukkaðari skipan, sigur hon.

Avmarkað kapping ger tað sambært forsætisráðharranum lættari hjá fyritøkum at leggja vaksandi útreiðslur á brúkararnar.

Meiriluti vil varðveita krónuna

Kanningin vísir eisini mótstøðu móti evruni. 54 prosent vilja ikki skifta íslendsku krónuna út við evruna, meðan 36 prosent taka undir við einum gjaldoyrisskifti.

Kristrún Frostadóttir væntar, at gjaldoyrið kann gerast høvuðsspurningurin í einari møguligari fólkaatkvøðu um at halda fram við samráðingunum um ES-limaskap.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

Í gjár kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30