Ongi úrslit

ES vil bróta niður bankaforðingar: 1.200 milliardir evrur skulu fáast til ovurstórar íløgur

ES-nevndin vil samskipa bankamarknaðin og loysa kapital til grøna tøkni, verju og vitlíki.

© Christian Lue / Unsplash
ES-nevndin leggur upp til eina víðfevnda bankanýskipan, sum skal beina burtur forðingar millum bankamarknaðirnar í limalondunum.
Edmund Jacobsen
13 tímar síðan

ES-nevndin leggur upp til eina víðfevnda bankanýskipan, sum skal beina burtur forðingar millum bankamarknaðirnar í limalondunum. Tað skrivar EuroNews.

Endamálið er at styrkja kappingarførið hjá bankunum og fáa meiri kapital tøkan til útlán og íløgur.

Limalond kunnu missa ræði

Sambært ES-nevndini hevur ES árliga tørv á íløgum fyri 1.200 milliardir evrur, sum svarar til umleið 8.952 milliardir danskar krónur. Peningurin skal millum annað fíggja grøna tøkni, verju og vitlíki.

Ætlanin kann geva evropeiskum eftirlitsmyndugleikum størri vald á bankasamtøkum, sum virka í fleiri londum. Samstundis kunnu limalondini fáa minni ræði á kapitali, gjaldføri og samanleggingum millum bankar.

Bundin kapitalur skal loysast

Bankasamtøk skulu í dag lúka kapital- og gjaldføriskrøv bæði í móðurfelagnum og dótturfeløgunum. ES-nevndin heldur, at hetta bindur ov nógvan kapital.

Nýskipanin skal eisini samskipa innistøðutrygd, viðgerðina av bankum í kreppu og reglurnar móti peningaþvætti. Felags reglur móti peningaþvætti skulu eftir ætlan koma í gildi í juli 2027.

Lógaruppskotini verða væntandi løgd fram í fyrsta ársfjórðingi í 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Grát mín elskaði býur

21 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

Í gjár kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00