Ongi úrslit

ES vil minka um bundinskapin at amerikanskum gjaldsskipanum: Talgild evra kann koma í 2029

ES arbeiðir við at menna eina talgilda evru, sum skal minka um bundinskapin at amerikonsku gjaldsskipanunum Visa og Mastercard. Ætlanin er, at nýggi gjaldsmiðilin skal kunna takast í nýtslu í 2029.

© European Central Bank (ECB).
Talgilda evran skal geva evrolondunum ein evropeiskan valmøguleika afturat amerikonsku gjaldsskipanunum Visa og Mastercard. Men fyrst mugu ES-politikararnir semjast um neyðugu lóggávuna.
Edmund Jacobsen
8 tímar síðan

Evropeiski miðbankin (ECB) er komin væl áleiðis við at menna talgildu evruna, sum skal geva Evropa ein evropeiskan valmøguleika afturat amerikonsku gjaldsskipanunum Visa og Mastercard. Men hóast tøknin verður ment og roynd, vantar framvegis politiska góðkenningin.

Málið er, at talgilda evran skal kunna takast í nýtslu í 2029. Tað krevur tó, at ES samtykkir neyðugu lóggávuna, og at ECB síðani tekur endaliga avgerð um at geva talgildu evruna út.

36 gjaldsveitarar skulu royna skipanina

Í juli 2026 boðaði ECB frá, at 36 bankar og aðrir gjaldsveitarar vóru valdir út at luttaka í einari royndarverkætlan.

Royndirnar skulu eftir ætlan byrja í seinna hálvári 2027 og halda fram í eitt ár.

Talgilda evran skal kunna brúkast til at gjalda í handlum, á netinum og flyta pengar millum privatpersónar. Hon skal eisini kunna brúkast uttan internetsamband.

Vanligar gjaldingar skulu vera ókeypis hjá privatfólki.

Politisk ósemja kann seinka ætlanini

Størsta avbjóðingin er nú at fáa politiska semju um lóggávuna, sum skal gera talgildu evruna møguliga.

ES-londini samdust um eina felags støðu í desember 2025, og í juli 2026 gav Evroparingið grønt ljós fyri samráðingum.

Tann 10. november ávaraði ECB um, at drúgvar politiskar samráðingar kunnu seinka ætlanini um at taka talgildu evruna í nýtslu í 2029.

Ein av høvuðsorsøkunum til verkætlanina er at tryggja Evropa størri sjálvræði á gjaldsøkinum og minka um bundinskapin at amerikonskum gjaldsskipanum.

Talgilda evran skal tó ikki koma í staðin fyri vanligar pengaseðlar og myntir, men vera ein nýggjur gjaldsmøguleiki afturat teimum, sum longu eru.

Keldur:

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

Í gjár kl. 12:43

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Tað er eitt felag Gunnar ikki ætlar sær at umboða

15. november kl. 23:55

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38