Tað tykist sum at Grønland er ógvuliga vælumtøkt í løtuni. Ikki bert USA, men eisini ES hava nogvar planir fyri landið.
Evropeiska Kommissiónin ætlar sær at meira enn tvífalda fíggjarliga stuðulin til Grønland í komandi ES-fíggjarlógini. Samstundis verður arbeitt við einum størri íløgupakka í samstarvi við grønlendsku myndugleikarnar.
Tað sigur Jozef Síkela, umbiðsmaður fyri ES-kommisiónia, sum luttekur á Future Greenland-fundinum tann19. og 20. mai, har eisini amerikanski sendimaðurin Jeff Landry luttekur.
Sambært kommissærinum skulu íløgurnar millum annað stuðla menningini av ráevnisvinnuni í Grønlandi, har landið hevur stórar goymslur av týdningarmiklum tilfari sum grafitt, molybden og sjáldsomum jarðevnum. Hesi ráevni hava stóran týdning fyri evropeiska vinnu og verju.
Ursula von der Leyen er væntað, seinni í ár, at leggja fram nýggja íløgupakkan undir vitjan í Grønlandi.
Jozef Síkela leggur dent á, at allar íløgur skulu lúka høg krøv til bæði umhvørvi og sosial viðurskifti.
– Samstarvið við Grønland skal byggja á menning og felags virðir. Íløgur skulu geva ítøkiligar fyrimunir til lokalsamfeløgini, sigur hann.
ES ynskir eisini at styrkja samstarvið um støðugar og gjøgnumskygdar veitingarketir fyri týdningarmikil ráevni, við tættari sambondum millum Grønland og evropeisk virkir og íleggjarar.