Føroyar taptu seint seinnapartin 1-0 í Estlandi. Talan var um fyrra dystin í Baltic Cup. Seinni dysturin verður mánadagin klokkan 14. Tá fara Føroyar at spæla um triðja plássið ímóti Letlandi.
Hetta var níggjunda ferðin, at Estland og Føroyar dystaðust í fótbóltslandsdysti, og Føroyar hava bara vunnið tvær ferðir – 2-0 í vinadysti í Tartu í Estlandi 6. august í 1997, tá ið Allan Simonsen var venjari, og 2-0 í EM undankappingardysti á heimavølli 7. juni í 2011, tá ið Brian Kerr var venjari.
Einasta málið skoraði heimaliðið í 66. minutti. Tað var eftir skjótálop og mistak í føroyska verjuspælinum. Einki var at siga til, at føroysku spælararnir iðraðu seg, tí heilt lítla løtu frammanundan høvdu Føroyar góðan møguleika at leggja seg á odda. Eftir deyðbólt og eitt sindur av aftur og fram endaði bólturin hjá Jákupi B. Andreasen, sum við kalda høgrabeininum sendi bóltin omanfyri málið.
Hitastigini vóru ikki fleiri enn 16, so hitin darvaði ikki. Men vøllurin kendist vera óslættur, og hjá báðum pørtum gekk tað illa at fáa flótandi fótbóltsspæl í lag.
Heimaliðið var meiri á bóltinum, men í uppløgdum málmøguleikum var munurin ikki so stórur.
Estland – Føroyar 1-0 (0-0)
1-0: Tony Varjund 66.
Dómaratrio úr Litava: Kristaps Ratnieks, Arturs Šakurovs, Mārtiņš Svipsts og
Juri Frischer (4. dómari úr Estlandi)
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jóannes Kalsø Danielsen (Páll A. Klettskarð, 83.), Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (Jann J. Benjaminsen, 83.), Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (Jóannes Bjartalíð, 83.), Brandur H. Olsen (Géza Dávid Turi, 46.), Jákup B. Andreasen (Noah Mnenéy, 83.), Hanus Sørensen (Áki D. Samuelsen, 62.) – Petur Knudsen (Adrian Justinussen, 62.)
Gult kort: Jákup B. Andreasen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Silas Eyðsteinsson, Arnbjørn Svensson, Gullbrandur Øregaard, Ari Olsen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen