Ongi úrslit

Evropeiskar flogferðslu-seinkingar vaksa í tali

Summartrýst og starvsfólkamangul er orsøkin

Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Túsundtals ferðafólk kring Evropa møttu í dag seinkingum og avlýsingum, tá vaksandi trýst á flognetið órógvaði raksturin á fleiri stórum flogvøllum.

Yvir 1.300 flogferðir vóru seinkaðar í miðdeplum sum Madrid, París, Rom, Amsterdam, Frankfurt og Istanbul. Høvuðsorsøkin er kapasitetsmangul hjá ATC (Air traffic Control), har starvsfólkamangul og rakstrarligar avmarkingar gera tað torført at handfara metstóra ferðslu.

Støðan er versnað av vaksandi summarferðslu, toruveðri í pørtum av Evropa, umframt arbeiðsósemjum innan flogvinnuna. Samstundis leggja umleggingar av rutum kring konfliktøkir eyka trýst á evropeiska loftrúmið.

Myndugleikarnir leggja dent á, at talan ikki er um ein meginlandsfevnandi stongsil, og at flestu flogvøllir framvegis virka sum vant. Kortini verða ferðafólk mælt til at fylgja við dagføringum frá flogfeløgunum og veraði fyrireikað til møguligar broytingar í ferðaætlanunum.

Vinnuserfrøðingar vænta, at ATC-mangul, starvsfólkaavbjóðingar og summartrýst fara at halda fram við at ávirka evropeiska flogferðslu komandi vikurnar.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02