Ongi úrslit

Eyðun heldur at handa løtan var tann besta yvirhøvur

Landsliðsvenjarin sigur seg vera væl nøgdan við úrslitið, og hann heldur avrikið eina løtu í kvøld var tað besta yvirhøvur tey bæði árini, hann hevur havt ábyrgdina

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Tað er ein væl nøgdur landsliðsvenjari, sum vit hitta, tá ið dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og úrslitið ímóti Slovakia á Tórsvølli var 1-1.

-At vit megna 1-1 ímóti Slovakia er eitt gott úrslit, tí Slovakia var stórfavorittur. Eg eri ógvuliga væl nøgdur við hugburðin og tað, sum spælararnir løgdu í, og eg eri eisini sera væl nøgdur við spælið. Vit spældu væl í fyrra hálvleiki, tá ið tað var sera óheppið, at teir stutt fyri hálvleik komu á odda við sjálvmáli. Undir hvíldini tosaðu vit um, at vit skuldu royna at flyta okkara spæl longri fram á vøllin, og tað eydnaðist. Vit skiftu fleiri ferðir út, og teir, sum komu inn, bjóðaðu seg beinanvegin til og spældu vit stórum sjálvsálit. Tann løtan, tá ið vit høvdu fatur á álopsspælinum var besta løtan yvirhøvur í tey bæði árini, sum vit hava havt ábyrgdina av landsliðnum, sigur Eyðun Klakstein.

Tað var óheppið, tá ið Slovakia stórar fimm minuttir undan steðginum legði seg á odda. Tað var eftir horna úr høgru, og tað var óheppið, tá ið Odmar Færø royndi at beina bóltin burtur, og hann umvegis Gunnar Vatnhamar sníkti seg dygst inn við stólpanum.

Adrian Justinussen og Áki D. Samuelsen vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki, og tá livnaði føroyska álopsspælið. Hanus Sørensen sneiddi seg leysan í vinstru og legði bóltin ímóti handara stólpa. Málverjin fekk akkurát fingrarnar á, áðrenn bólturin brast í stólpan.

Og so var tað, at tað loksins eydnaðist at fáa hol á. Andrias Edmundsson, sum aftur í kvøld var sannur brandur í miðverjuni og eisini í álopsspælinum legði við langari sending bóltin fram til Áka D. Samuelsen, sum illa kroystur megnaði at temja bóltin og leggja hann til Adrian Justinussen, sum smekkaði til úr 19 metrum, og bólturin smeyg sær dygst inn við stólpanum.

-Tað kendist vera øgiliga stórur lætti at eygleiða, at bólturin fór strúkandi fram eftir vøllinum og í málið. Ta løtuna høvdu vit takið, og vit høvdu møguleikar at skora okkurt annað mál, men eg haldi, at vit eiga at vera nøgdir, sigur Adrian Justinussen.

Úrslitið ber við sær, at Føroyar hava møguleika at vinna næstfremsta plássið í bólkinum. Tað valdast eisini  onnur úrslit í bólkinum, har Moldova fyrr í dag vann í Kasakstan, men fyrsta treytin fyri, at tað skal eydnast, er, at Føroyar vinna týsdagin í Kasakstan, og at Føroyar eisini vinna, tá ið Moldova í november verður gestur í Føroyum.

 

Føroyar – Slovakia 1-1 (0-1)

0-1: sjálvmál 39.

1-1: Adrian Justinussen 66.

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Poul Kallsberg, Jóannes Bjartalíð, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen – Petur Knudsen

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

14 tímar síðan

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

Í gjár kl. 09:09