Sum fyrireiking til UEFA Nations League, sum er á skránni í heyst, skal A-landsliðið við monnum næstu dagarnar spæla venjingardystirnar móti fyrst Estlandi, og síðani annaðhvørt Lettlandi ella Litava.
Hóskvøldið vandi føroyski hópurin á Ranna Stadion, har Føroyar møta Estlandi í dag, leygardagin klokkan 16:00 føroyska tíð, sum er klokkan 18:00 lokala tíð í Estlandi.
Áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein.