Útróðrarbátar í bólki 5 B fáa eftir ætlan 750 eyka fiskidagar í 2026. Uttanríkis- og fiskimálaráðið hevur lagt fram lógaruppskot um eina serliga og tíðaravmarkaða tillutan.
Gongdin higartil vísir, at bátarnir væntandi fara at hava brúkt allar teir vanligu fiskidagarnar innan stutta tíð. Við teimum eyka døgunum fáa teir møguleika at halda fram við vinnuligum fiskiskapi og avreiða veiðu longur út á árið.
Dagarnir verða latnir sum felags fiskidagar til útróðrarbátar undir 15 tonsum, sum ikki verða riknir við fullari tíð og hava B-loyvi.
Serlig loysn uttan fyri vanligu skipanina
Teir 750 fiskidagarnir koma afturat døgunum, sum longu eru ásettir fyri 2026. Teir eru sostatt ikki partur av vanliga fiskidagatalinum, sum verður ásett við støði í umsitingarætlanini og veiðiregluni.
Landsstýrismaðurin ásannar, at uppskotið víkir frá vanligu skipanini. Sambært lógaruppskotinum er tó talan um eina serliga loysn, sum bert skal loysa eina ítøkiliga støðu í hesum fiskiárinum.
Lógin skal fara úr gildi 1. januar 2027.
Kann tryggja útróðrarmonnunum inntøku
Uppskotið verður mett at fáa jaligar avleiðingar fyri eigararnar av bátunum í bólki 5 B. Við fleiri fiskidøgum kunnu teir halda fram við útróðrinum og fáa inntøku av veiðuni í ein størri part av árinum.
Tað er tó óvist, hvussu nógv teir eyka fiskidagarnir fara at økja um fiskiskapin. Veðrið, fiskiskapurin og fiskaprísirnir hava stóran týdning fyri, í hvønn mun bátarnir fara at nýta dagarnar.
Í 2025 avreiddu bátarnir í bólki 5 B 1.066 tons av toski av landgrunninum. Tað svaraði til góð tíggju prosent av samlaðu avreiðingini av toski av landgrunninum.
Størri trýst á viðbrekna toskastovnin
Í lógaruppskotinum verður samstundis ávarað um møguligar neiligar avleiðingar fyri toskastovnin.
Sambært seinastu stovnsmetingini er gýtingarstovnurin undir ásetta lágmarkinum. Veiðilutfallið er samstundis oman fyri hámarkið, sum er ásett í veiðiregluni.
Skrásetingar vísa eisini, at bátar í bólki 5 avreiða lutfalsliga meira av smáum toski enn aðrir bólkar í fiskidagaskipanini. Fleiri fiskidagar kunnu tí leggja enn størri trýst á ein stovn, sum frammanundan er viðbrekin.
MSC-góðkenningar kunnu koma í vanda
Avgerðin kann eisini ávirka arbeiðið við at varðveita og fáa MSC-góðkenningar fyri føroyskan botnfisk.
Uttanríkis- og fiskimálaráðið hevur biðið ICES eftirmeta føroysku veiðiregluna. Verður hon ikki eftirmett av óheftum fakfólki undan næsta árliga MSC-eftirlitinum í desember, kann vinnan missa góðkenningarnar fyri fiskiskapin eftir upsa og hýsu í føroyskum sjógvi.
Sambært lógaruppskotinum kann ein avgerð um at lata fleiri fiskidagar, enn veiðireglan leggur upp til, ávirka bæði eftirmetingina hjá ICES og arbeiðið við MSC-góðkenningunum.