Ongi úrslit

Eystanstevnan 2026: Kappróður, toppdystur og tríggir dagar við lívi og góðum lagi í Runavík

Eystanstevnan er farin av bakkastokki við ítrótti, tónleiki og familjutiltøkum. FM-kappróður, NSÍ-B36 og nógv onnur tiltøk savna fólk í Runavík um vikuskiftið.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Eystanstevnan setir dám á Runavík um vikuskiftið, har ein fjølbroytt skrá við ítrótti, mentan og undirhaldi bjóðar bæði bygdafólki og gestum vælkomnum. Heilt frá setanini fríggjadagin, og fram til sunnukvøldið eru tiltøk fyri øll ættarlið á skránni.

Ítrótturin fyllir nógv á Eystanstevnuni. Leygardagin verður FM-kappróður á havnalagnum, og seinni sama kvøld bresta NSÍ og B36 saman við Løkin í dysti í Meistaradeildini hjá monnum. Sambært skránni er talan eisini um steypadyst.

Harumframt eru fleiri onnur ítróttartiltøk á skránni. 

Fríggjakvøldið kappast Runavíkar kommuna og Eysturkommuna í kommunudysti, meðan súkklufelagið TROY skipar fyri býarkoyring í Saltangará. Sunnudagin verður triatlon á OL-teininum, har nýggja svimjihøllin verður karmur um svimjipartin, og seinnapartin verður kappsigling inni á Bákka.

Frá Joe & The Shitboys til kvøldsetu í Løkshøll

Stevnuøkið á Heiðavegi við Gulu smiðju verður aftur í ár miðdepilin fyri nógv av tiltøkunum. Har verða hoppiborgir, ponyríðing, fiskibrunnur, seymsláng, tombola, gullgrevstur og nógv annað á skránni.

Tónleikur og undirhald seta eisini sín dám á stevnuna. Joe & The Shitboys spæla fríggjakvøldið, meðan føroyskt karaoke, pub quiz og Silent Disco eru á skránni leygarkvøldið. 

Die Færøsche Polkaband vitjar eisini stevnuøkið, og sunnukvøldið endar Eystanstevnan við kvøldsetu í Løkshøll.

Landsliðsleikarar í hondbólti vitja Bylgjuna sunnudagin, og fleiri kaféir, matstovur og kioskir hava opið alt vikuskiftið.

Eystanstevnan verður skipað av teimum lokalu ítróttarfeløgunum og er ein av stóru, árligu summarstevnunum í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

Í gjár kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

5 tímar síðan

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Hálvvaksnir dreingir stjólu fleiri fløskur

6. juni kl. 09:23

Fleiri túrar um Nólsoyarfjørð

20 tímar síðan