Ongi úrslit

Fáa ein prest knýttan at Fólkatinginum

Biskupur hevur sett tilboðið fram

Jóhanna Højgaard
11 tímar síðan

Fólkatingið boðar frá, at tað í komandi fólkatingsári fer at fáa ein prest fast knýttan at Christiansborg.

Hetta hendir eftir at Folketingets Præsidium hevur tikið av einum tilboðið frá biskupinum í Keypmannahavn.

Seinastu árini hava vikuligar andaktir verið hildnar á Christiansborg. Hesar hava givið fólkatingslimum og starvsfólki møguleika fyri at hugsavna seg og reflektera í einum upptiknum gerandisdegi, og luttøkan hevur verið góð. Ætlanin við nýggju skipanini er at bjóða prestaliga samrøðu til tey, ið hava tørv á tí.

Biskupur í Københavns stift hevur sett tilboðið fram, og formaðurin í Fólkatinginum Søren Gade, hevur kunngjørt, at avgerðin er tikin í semju.

Fyriskipan og praktisk viðurskifti verða avklárað eftir summarfrítíðina, og tiltakið fær ikki eyka kostnað fyri Fólkatingið.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Trýst endiliga ikki á leinkið!

24. juni kl. 10:00