Ongi úrslit

Fáa ein skattalætta upp á 13.000 krónur um árið

Samgongan fíggjar skattalættan við avgjaldið á olju og bensini og við at skerja sjómannafrádráttin og frádráttin til tey, sum arbeiða uttanlands

Áki Bertholdsen
3. november 2023 kl. 15:16

Samgongan hevur nú lagt uppskot um skattalætta fyri næsta ár. Aksel V. Johannesen og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum greiða frá, at tilsamans fer skattalættin at kosta landskassanum 200 milliónir um árið.

Skattalættin er soleiðis snikkaður saman at tað eru tey við lágum inntøkum, og miðal inntøkum, sum fáa nógv tann størsta skattalættan.

Ein vanligur námsfrøðingur skal vænta sær ein skattalætta upp á einar 13.000 krónur um árið fyri at nevna eitt dømi um, hvørjar inntøkubólkar fáa skattalættan.

Skattalættin minkar, so hvørt inntøkan hækkar, og tann sum tjenar yvir 65.000 krónur um mánaðin, fær ikki nevnivert í skattalætta.

Eitt vanligt húski í Føroyum hevur eina inntøku upp á 300.000 krónur um árið, og einari inntøku upp á 500.000 krónur um árið.

Ruth Vang sigur, at hetta húski fær ein skattalætta upp á 1.500 krónur um mánaðin tá ið hann er settur í verk.

Skattalættin verðir nevniliga latin í tveimum, næsta ár, og í 2025. Tey leggja dent á, at hann er fíggjaður. Ein partur av fíggingini er at hækka avgjaldið á bensini diesel og húsarhaldsolju.

Ruth Vang sigur, at hjá einum vanligum húski verða hesi eyka avgjøldini ein meirútreiðsla upp á 200 krónur um mánaðin.

Men táið skattalættin er 1.500 krónur um mánaðin, hava tey sostatt. 1.350 krónur meiri um mánaðin at liva fyri

Skattalættin verður eisini fíggjaður við tøkugjøldunum og veiðigjøldunum, sum eru hækkað, og sum fara at kasta meiri av sær hesi næstu árini.

Men skattalættin skal eisini fíggjast við at skerja fiskimannafrádráttin og at avmarka uttanlandsfrádráttin hjá hondverkarum og teimum, sum sigla við útlendskum skipum.

Samanumtikið er endamálið at eggja fólki at arbeiða í Føroyum, heldur enn at fara uttanlands. Endamálið er eisini at javntseta tey, sum arbeiða í Føroyum og tey, sum arbeiða uttanlands.

Endamálið við at hækka avgjaldið á olju og bensini, er eisini fyri at eggja fólki at leggj um til grøna orku.

Tað eru eisini nøkur, sum hava so lága inntøku, at tey rinda lítið og einki í landskatti.

Tí kunnu tey, sum tjena undir 275.000 krónur um árið, søkja um at fáa eitt orku-ískoyti upp á 5.000 krónur um árið – og tað er uttan mun til umfólk brúka olju, ella hava hitapumpu.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31