Seinni í ár fer Útvarpið eisini at hoyrast í Viðareiðistunnilin. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu tað gongur at leggja radiosamband í Viðareiðistunnilin.
Hann vísir á, at peningur er settur av til endamálið á fíggjarlógini.
Viðareiðistunnilin var liðugur í 2016, men tað er ikki fyrr enn nú í ár, at játtan er fingin til vega at fáa radiosamband í tunnilin.
Landsstýrismaðurin sigur, at farið er undir arbeiðið at leggja radiosamband í tunnilin og eftir tíðarætlanini verður tað liðugt 22.
septembur í ár, ella um ein slakan mánað, og tá fer útvarpið at hoyrast í tunlinum.