Nógvastaðni er nógv kjal um at seta bann fyri bensin-og diesel bilum um nøkur fá ár.
Men tað verður í hvussu so er ikki í Føroyum. Tað staðfestir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum.
Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hana, hvussu samgongan ætla at hjálpa húskjum við lágum inntøkum, at leggja um til grøna orku, sum tey hava lovað í samgonguskjalinum.
Eyðdis Hartmann Niclasen vísir á, at fólk sleppa ikki longur at seta oljufýr upp í nýbygd hús, so øll hús, sum eru bygd eftir 1. januar í 2024, skulu hava hitapumpu.
Hinvegin er einki bann fyri at innflyta bensin- og dieselbilar, og tað er heldur ongin ætlan er um at seta nakað bann fyri tí, sigur landsstýriskvinnan.
– Gongdin er, at útboðið av elbilum økist, samstundis sum at útboðið av bensin- og dieselbilum minkar, sigur hon.
Men landsstýriskvinnan staðfestir somuleiðis, at tað er dýrt at leggja um til grøna orku, tí tað kostar væl yvir 100.000 krónur at fáa sær hitapumpu og tað kostar mangt slíkt at keypa sær ein elbil.
Men tá ið orkuskiftið er fullført, verða útreiðslurnar til orku, javnari og bíligari, tí elprísurin sveiggjar ikki so nógv sum oljuprísurin.
– Hetta sampakkar væl við, at elframleiðslan hjá Sev alsamt verður grønari og bíligari, tí minni verður brúkt av olju.
Hnvegin ásannar hon eisini, at stuðulin fólk fáa fyri at leggja um frá olju til grøna orki, hevur skorið øll yvir ein kamb.
Jú størri íløga er, jú størri stuðulin, uttan mun til hvussu nógv fólk tjena, ella hvussu múgvandi tey eru
Men nú verður stuðulin niðurlagaður so í ár fáa fólk, sum fáa sær hitapumpu, bara helvtina av mvg aftur, næsta ár verður tað 25 prosent og frá 2028, verður eingin stuðul latin.
Samstundis fáa tey, sum keypa sær elbil, í mesta lagi 35.000 krónur aftur í mvg, sama hvussu nógv bilurin annars kostar, men eisini tann stuðulin fellur heilt burtur í 2028.
Men í 2028 hendur eisini tað, at tá verð allir bilar javntsettir so at tá skulu elbilar eisini gjalda vanligt skrásetingargjald til landskassan, akkurát sum bensin- og dieselbilar. Tað eru tey, sum hava keypt elbil, sloppin undan at rinda.
Ístaðin fyri ætlar samgongan at gera tað lættari hjá húskjum við lágum inntøkum at leggja um til grøna orku, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.