Ongi úrslit

Fara nú at byggja nýtt Fróðskaparsetur fyri yvir eina hálva milliard

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í fleiri ár hevur verið tosað um at bøt um lestrarmøguleikarnar  Føroyum. Og í hesum sambandi hevur ætlanin verið at byggja ein nýtt Fróðskaparsetur, ella nýggjan lestrarbýling, á Frælsinum, har Fróðskaparsetrið nú er.

Síðani er ætlanin fyrireikað og nú er komið so langt, at Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at fara undir byggingina.

Eftir uppskotinum fer nýggja Fróðskaparsetrið - í mesta lagi - at kosta 541,9 milliónir. Men so kemur innbúgvið og listprýðingin afturat.

Eftir ætlan verður nýggja Fróðskaparsetrið liðugt í 2031. Tilsamans verður nýggi bygningurin 8.200 fermetrar til støddar og hann verður ein týðandi liður í arbeiðnum at savna virksemið hjá Fróðskaparsetrinum í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling á Frælsinum, í Nóatúni og á Debesartrøð.

Felagsbygningurin skal verða miðdepilin og skapa karmar um eitt virkið og fjølbroytt lestrarumhvørvi. Í bygninginum verður lesisalur, bólkarúm og øðrum arbeiðs- og uppihaldsøkjum, har lesandi hava góðar møguleikar at lesa, samstarva og hugsavna seg.

Harumframt skal bygningurin hava eina felags móttøku og bókasavnstænastu, sum tænir lesandi, starvsfólkum og øðrum vitjandi.

Í bygninginum skulu vera fjølbroytt og liðilig undirvísingarhøli til allar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum.

Eisini skulu samkomu- og ráðstevnuhøli gerast, sum kunnu hýsa felagstiltøkum, prógvhandanum og størri ráðstevnum, eisini við altjóða luttøku. Bygningurin skal harumframt hava matstovu og kafe, og í mest møguligan mun vera opin og atkomuligur fyri almenninginum, sigur landsstýrismaðurin.

Felagsbygningurin skal eisini hýsa fyrisitingini hjá Fróðskaparsetri Føroya, harundir rektara, fyrisiting og fundar- og umsitingarhølum.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

Í gjár kl. 07:00

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27