Ongi úrslit

Fara nú at taka gjald fyri at hjálpa útlendskar sjúklingum av landinum

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Tað hendir seg meiri enn so, at útlendingr verða lagdir inn á sjúkrahús í Føroyum, bæði av sjúku og av óhappum.

Og tað er heldur ikki so sjáldan, at uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum má brúka arbeiðsorku upp á at senda teir heim aftur, ella á sjúkrahús uttanlands.

Higartil hevur Landssjúkrahúsið ikki havt heimild taka nakað gjald fyri ómakin - men nú verður tað broytt.

Annars er tað ymiskt, hvør eigur kostnaðin av at flyta sjúklingar, sum ikki eru búsitandi í Føroyum, aftur til heimlandið, eftir at hann hevur fingið sjúkuviðgerð á einum føroyskum sjúkrahúsi. 

Er talan um sjúkling, sum ikki kemur undir Norðurlendska sáttmálan á hesum øki, er tað antin almenna ferða-sjúkratryggingin fyri sjúklingar úr Danmark og Grønland, ella er tað ein onnur, privat, trygging hjá sjúklinginum, sum skal gjalda heimferðina.

Hevur sjúklingurin ikki eina privata trygging, eigur hann sjálvur at gjalda.

Tað kemur javnan fyri, at tryggingin ikki fær heintað sjúklingin so skjótt, sum støðan hjá sjúklinginum krevur tað - tað vil siga tá ið læknin metir, at sjúklingurin hevur tørv á skjótari viðgerð, sum vit ikki kunnu veita í Føroyum. 

Tað kemur eisini javnan fyri, at sjúklingar liggja á føroyskum sjúkrahúsi og eru liðugt viðgjørdir, men bíða eftir, at ein trygging skal heinta sjúklingin, og tá liggja teir og taka seingjarpláss á sjúkrahúsinum.

Tí hevur Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum av og á bjóðað seg fram til  at skipa fyri heimferðina hjá útlendskum sjúklingi, fyri at tað skal ganga skjótari.

Hesar seinastu vikurnar hevur Sjúkrahúsverkið eisini, meira enn eina ferð, skipað fyri flutningi til sjúkrahús í Danmark, tí støðan hjá sjúklinginum var soleiðis, at hann ikki kundi bíða eftir, at tryggingingin hjá honum kundi koma eftir honum.

Hetta arbeiði tekur bæði tíð og arbeiðsorku frá Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum. Tí vil Sjúkrahúsverkið fáa heimild at taka umsitingargjald fyri, at skipa fyri heimferðini ella flutninginum fyri útlendingar.

Og nú verða reglurnar broyttar so at umsitingargjaldið verður sett til 21.000 krónur fyri hvønn sjúklinh, og tað kemur í gildi í næstum.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

Í gjár kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41