Ongi úrslit

Fara nú at taka støðu til hvussu grindin skal býtast

Áki Bertholdsen
4. mai kl. 15:40

Fyrr í dag varð grind hildin til í Sandavági, og mett verður, at hon er um 80 - 100 hvalir.

Kári Thorsteinsson, sýslumaður, sigur, at nakrir heilt fáir springarar, einir tríggir í tali, endaðu eisini í drápinum, saman við grindini.

Eftir drápið verða allir hvalirnir sleipaðir til Miðvágs, har betri umstøður eru at taka upp.

Tey eru farin í holt við at merkja og tá ið tað er liðugt, og alt talið á skinnum er greitt, skal støða takast til, hvussu grindin verður býtt.

Drápspartar eru so undir øllum umstøðu, men sýslumaðurin vónar, at talan eisini verður um heimapartar, men tað er ikki greitt enn.

Sýslumaðurin sigur, at seðlarnir koma út eina ferð í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32