Nú er komið væl áleiðis við fyrireikingunum til at fara undir at skanna kvinnur fyri bróstkrabba í nýggja skannaranum í Klaksvík.
Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, spyr, hvussu gongur at fyrireika at skanna kvinnur fyri bróstkrabba í Klaksvík.
Landsstýriskvinnan sigur, at tað fyrireikandi arbeiðið er komið væl áleiðis, men tað er ikki liðugt enn. Tey vænta tó, at tað verður fyrst í november, at farið verður undir at skanna kvinnur fyri bróstkrabba í Klaksvík.
Tað verður ein læknafaklig avgerð, um ein kvinna kann verða skannað í Klaksvík ella á Landssjúkrahúsinum. Tað veldst um, hvør styrki skal brúkast til eina ávísa skanning, og um kvinnan er skurðviðgjørd í bróstunum og hevur fingið implantat, har ið tað ikki ber til at brúka ein 3T-skannara.
Sum áður er boðað frá, kunnu MR-skanningar av brósti ikki setast í staðin fyri mammografikanningar, men verða í ávísum førum nýttar sum eitt ískoyti til mammografi.
Skanningarnar verða serliga nýttar hesum viðvíkjandi:
• Til kvinnur, sum – arvaliga – eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba.
• Til kvinnur, sum fáa kemoviðgerð fyri bróstkrabba áðrenn skurðviðgerð.
• Evropeiskar leiðreglur mæla til, at MR verður eitt ískoyti hjá kvinnum, sum ikki eru sjúkar, men hava tættan bróstvevnað.