Í nátt kláraði ein maður at fáa heilar tríggjar bøtur - upp á eina heilt lítla løtu
Eftir øll at døma var tað ein, sum ikki helt serliga nógv um løgregluna, tí tá ið hann sá nøkur løgreglufólk, rætti hann teimum longutong.
Tað fekk hann 1.500 krónur í bót fyri. Men tað var hann so ónøgdur við, at hann ræti løgreglufólkunum longutong eina ferð afturat.
Tað fekk hann so aftur 1.500 krónur í bót fyri.
Men fyri at gera tað upp aftur verri fyri seg sjálvan, vildi hann heldur ikki siga, hvør hann var - og tað fekk hann 1.000 krónur í bót fyri afturat.
Sostatt bjargaði hann sær tilsamans 4.000 krónur í bót hesa lítlu løtuna.
Tað einasta, fólk annars hava skyldu at upplýsa fyri løgregluni, er hvør tey eru, nær tey eru fødd og hvar tey búgva
Annars hevur løgreglan havt nakað gera við full fólk, sum vóru um at fara til hendurs har tey skiltu fólk sundur, men tað varð ikki gjørt meiri burtur úr tí.