Ferðaleiðarin, sum varð tikin leygardagin, verður nú koyrdur av landinum aftur. Talan er um ein skota og hann fer av landinum aftur í dag.
Tað var seinnapartin leygrdagin, at ringt varð til løgregluna at melda, at útlendskir ferðaleiðarar vóru í Føroyum og arbeiddu, uttan at hava arbeiðsloyvi her.
Teir vóru farnir í fjøllini í Kalsoynni við einum ferðalagi av útlendskum ferðafólkum, og løgreglan stóð fyri teimum tá ið tey komu oman eftir.
Talan var un tveir ferðaleiðarar og teir vórðu báðir handtiknir. Løgreglan sigur, at annar varð leyslatin aftur sunnudagin, tí mett var ikki, at viðkomandi hevði so stóran leiklut í málinum.
Men hin ferðaleiðarin varð sitandi í varðhaldi og løgreglan sendi málið til útlendingastýrið í Danmark sum ett skundmál.
Avgerðin fall í gjár og hon er, at ferðaleiðarin verður útvístur úr Føroyum í tvey ár - og hann fer av landinum í dag.
Løgreglan sigur, at maðurin hevur verið heilar seks ferðir í Føroyum sum ferðaleiðari og tí hava tey lagt eina bót upp á 300.000 krónur fyri hann.
Men tað bótina vil hann ikki góðtaka, tí hann heldur ikki, at lógarbrotið hann hevur gjørt, stendur mát við at hann skal fáa so stóra bót. Hann er heldur ikki við upp á, at hann hevur verið ferðaleiðari so ofta í Føroyum, sum løgreglan sigur, men hann viðgongur kortini, at hann hevur gjørt tað.
Tí skal hann aftur fyri rættin eina ferð seinni, har støddin á bótini verður ásett.