Ongi úrslit

Ferðamaður tikin á flogvøllinum fyri at smugla hassj

Áki Bertholdsen
2. oktober kl. 07:49

Í gjár ringdu tollararnir í Vágum til løgregluna at boða frá, at tey høvdu tikið ein ferðamann, sum var komin við flogfarinum úr Danmark.

Ferðamaðurin var dani og tá ið viðførið varð kannað, vísti tað seg, at hann hevði út við 400 gramm av hassji í viðførinum.

Løgreglan sigur, at tað er so stór nøgd, at tey meta at ætlanin var at selja tað í Føroyum. Maðurin er leyslatin aftur, men hann skal fyri rættin, tí løgreglan leggur upp til, at hann skal fáa bót og eina treytaða fongsulsrevsing. Tað merkir, at hann sleppur undan at sita, men ger hann nakað annað lógarbrot hesi næstu árini, verður hesin dómurin lagdur afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55