Ongi úrslit

Ferðavinnufelagið á økisvitjan í Kvívíkar sókn fekk innlit í ferðavinnutilboð og møguleikar í økinum

Endamálið við økisvitjanunum er at varpa ljós á ferðavinnutilboð kring landið og geva ymisku økjunum høvi at vísa fram møguleikar og tilboð fyri limunum í Ferðavinnufelagnum

industry.fo/Ferðavinnufelagið
29. sepember kl. 14:03

Dagurin byrjaði í Frøishøllini í Kvívík, har greitt varð frá ymiskum átøkum, gongutúrum og framtíðarætlanum fyri ferðavinnuna í økinum.

Síðani varð farið gongutúr í bygdini við Petru Iversen og Knúti Simonsen sum ferðaleiðarum. Á leiðini varð millum annað vitjað á Eystarahellu, við Mylnuna, kirkjuna og fornminnini, har Djóni Isaksen greiddi frá søguni og vísti víkingalutir.

Vitjað varð eisini hjá fleiri lokalum virkjum og íverksetarum. Millum annað gekk leiðin fram við Lív Dam Atelier, Kvívíkknitt og Svanhild, áðrenn farið varð til Leynar og Skælings. Har varð vitjað hjá Trælist og hjá Ednu Einarsson, sum vísti fram steinasavn við steinum úr millum annað føroysku undirsjóvartunlunum.

Seinasta vitjanin var í goymsluni hjá Fair Isle Distillery, har Bogi Mouritsen greiddi frá søguni og virkseminum.

Dagurin endaði aftur í Frøishøllini við smyrjibreyði.

Økisvitjanir kring landið
Ferðavinnufelagið skipaði fyrstu økisvitjanina í 2018, tá ið farið varð til Sandoyar. Síðani hevur felagið vitjað í Vágum, Norðoyggjum og Havn.

Endamálið við økisvitjanunum er at varpa ljós á ferðavinnutilboð kring landið og geva ymisku økjunum høvi at vísa fram møguleikar og tilboð fyri limunum í Ferðavinnufelagnum.

Her eru myndir frá vitjanini í Kvívikar sókn:

https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/ferdavinnan-vitjadi-i-kvivik

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10