Ongi úrslit

FIFA leingir hálvleikin í HM-finaluni

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

FIFA fer at skriva søgu, tá HM-finalan verður spæld 19. juli 2026 á MetLife Stadium í New Jersey.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein stór hálvleiksframførsla partur av HM-finaluni, og tí verður hálvleikurin væntandi leingdur úr teimum vanligu 15 minuttunum upp í umleið 30 minuttir.

Sambært galdandi fótbóltsreglum eigur hálvleikurin ikki at vara longur enn 15 minuttir.

FIFA ætlar tó at gera eitt undantak í finaluni, so nóg mikið av tíð verður til eina stóra tónleikaframførslu, sum er íblást av undirhaldinum frá Super Bowl-finaluni í amerikonskum fótbólti.

Á skránni eru fleiri av heimsins størstu tónleikanøvnum, millum annað Madonna, Shakira, Justin Bieber, BTS, Burna Boy og Coldplay. Harumframt luttaka dirigenturin Gustavo Dudamel og barnakórið PS22 Chorus.

Framførslan verður skipað í samstarvi við felagsskapin Global Citizen, og Chris Martin, forsangari í Coldplay, hevur verið við til at seta tónleikaskránna saman.

Eisini verður ein stór undirhaldsframførsla undan dystarbyrjan, har fleiri kend nøvn væntast at luttaka. Endamálið er at gera HM-finaluna til eitt av størstu ítrótta- og undirhaldstiltøkunum í heiminum.

Við avgerðini um at leingja hálvleikin víkur FIFA frá vanligu fótbóltssiðvenjuni. Hetta verður fyrstu ferð í søguni, at ein HM-finala fær eina serliga hálvleiksframførslu av hesum slag.

HM-finalan verður spæld á MetLife Stadium í East Rutherford í New Jersey og verður send beinleiðis til sjónvarpshyggjarar kring allan heim.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

Í gjár kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56