Ongi úrslit

Fíggjarlógin 2027: Landið nær ikki at brúka 350 milliónir

Landið hevur havt um 930 mió. kr. tøkar til løgur í 2026. Men um 350 mió. kr. verða ikki brúktar og verða fluttar fram til 2027.

© Kortal.
Pengarnir eru játtaðir, men vegirnir lata bíða eftir sær. 50 milliónir krónur til nýggjar landsvegir verða eftir ætlan ikki brúktar í 2026 og verða tí fluttar fram til 2027.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Um 350 milliónir krónur av tøku løgujáttanunum hjá landinum verða eftir ætlan ikki brúktar í 2026. Pengarnir verða í staðin fluttir fram til 2027.

Tað sæst í Búskaparfrágreiðing II hjá Fíggjarmálaráðnum.

Samlaða játtanin til løgur og løgukendar útreiðslur í 2026 er um 930 mió. kr. Tá eru játtanir á fíggjarlógini, eykajáttanir og 313 mió. kr., sum vórðu fluttar fram frá undanfarna ári, taldar við.

Mett verður, at um 585 mió. kr. verða brúktar í 2026. Um 348–350 mió. kr. verða sostatt fluttar fram til 2027.

Tað svarar til meira enn ein triðing av samlaðu tøku játtanini.

Stórar upphæddir standa eftir

Millum størstu framfluttu upphæddirnar eru 50 mió. kr. til nýggjar landsvegir, 47,8 mió. kr. til Strandfaraskip landsins, 45,4 mió. kr. til Fróðskaparsetur Føroya og 38,5 mió. kr. til útbyggingina av Landssjúkrahúsinum.

Eisini verða 29 mió. kr. fluttar fram til bústovnar og 25,6 mió. kr. til innkomuvegin í Runavík.

Nýggjar løgur koma afturat

Samstundis er løgukarmurin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 um 581 mió. kr. Haraftrat koma tær um 350 mió. kr., sum verða fluttar fram frá 2026. 

Fíggjarmálaráðið tekur tó fyrivarni og vísir á, at tað er torført at meta neyvt um løgunýtsluna fyri árið. 

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

12 tímar síðan