Í meirvirðisgjaldslógini eru 38 undantøk, umframt fleiri skipanir við afturbering av mvg eftir umsókn.
Landsstýrið veit ikki, hvussu nógv mvg-undantøk, frítøkur og afturberingar kosta landskassanum.
Tað kemur fram í svari frá Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann.
Fíggjarmálaráðið upplýsir, at eingin samlað og dagførd meting er tøk av samlaða kostnaðinum fyri landskassan. Tað fevnir bæði um undantøk, frítøkur fyri mvg og skipanir, har mvg verður afturborið eftir umsókn.
38 undantøk eru í lógini
Sambært svarinum eru 16 ymisk undantøk frá skylduni at vera mvg-skrásettur eftir § 2, stk. 3, í meirvirðisgjaldslógini.
Haraftrat eru 22 ymisk undantøk frá avgjaldsskyldugari sølu eftir § 12, stk. 3.
Afturat hesum koma skipanir við afturbering av mvg eftir umsókn í § 3 a, § 3 b, § 3 c og § 3 d.
Fleiri av undantøkunum hava verið í meirvirðisgjaldslógini frá byrjan. Onnur eru tíðaravmarkað. Nakrar av afturberingarskipanunum verða stigvíst minkaðar næstu árini.
Broyting kann venda allari skipanini
Landsstýrismaðurin sigur, at tað hevði kravt drúgt og umfatandi greiningararbeiði at meta um samlaða kostnaðin av øllum undantøkunum.
Hann vísir eisini á, at tað hevði verið ein umfatandi og grundleggjandi broyting av verandi mvg-skipan at strika øll undantøkini og síðani lækka vanliga meirvirðisgjaldið, sum í dag er 25 prosent.
Ein slík broyting hevði eisini verið grundleggjandi fyri fleiri vinnugreinar í Føroyum.
Aksel V. Johannesen sigur, at um eitt greiningararbeiði vísir, at ein slík broyting kann hava fyrimunir fyri borgarar og vinnulív, eigur møguleikin at verða umrøddur og viðgjørdur nærri.