Ongi úrslit

Filmsvinnuráðið: Vit mugu fylgja menningini

Føroyskir framleiðarar heita í dag á politikarar um at hækka filmsjáttanina og styrkja afturberingarskipanina. Ov veikir fíggjarligir karmar kunnu kosta Føroyum útlendska fígging, arbeiðspláss og vinnuligar vakstrarmøguleikar.

Tíðindaskriv
4 tímar síðan

Filmsvinnuráðið, sum varð sett á stovn fyrr í ár, heitir nú á landsstýrið og Løgtingið um at tryggja minst 10 mió. kr. í árligum filmsstuðli í fíggjarlógini fyri 2027 við einari serstakari játtan til afturberingarskipanina afturat.

Málið um 10 mió. kr. hevur verið umrøtt í mong ár. Samstundis hevur føroyska filmsvinnan ment seg, fingið fleiri altjóða samstarvspartar og prógvað, at føroyskar søgur kunnu røkka einum altjóða marknaði.

“Eftirspurningurin er har, og føroyskir framleiðarar hava verkætlanir bæði í Føroyum og uttanlands. Men ov lítil føroysk fígging er ein fløskuhálsur, sum seinkar verkætlanum og veikir okkara samráðingarstøðu. At bíða hevur eisini ein kostnað,” sigur Filmsvinnuráðið.

Afturberingin skapar virksemi í Føroyum

Sambært einari fyribils uppgerð hjá vinnuni hava framleiðslur, sum hava brúkt afturberingarskipanina, havt útreiðslur í Føroyum fyri meira enn 35 mió. kr. seinastu árini. Tá eru ikki allar verandi og komandi framleiðslur íroknaðar.

Við verandi afturbering á 25 prosent skulu framleiðslurnar hava fýra krónur í góðkendum útreiðslum í Føroyum fyri hvørja krónu, tær fáa afturborna. Peningurin verður millum annað brúktur til lønir, gisting, flutning, útgerð og aðrar føroyskar veitingar.

Filmsvinnuráðið mælir til at hækka afturberingina til 30 prosent og kanna eitt eyka ískoyti á 5 prosentstig fyri framleiðslur, sum lúka greið krøv um føroyskt arbeiði, føroyskar veitingar og varandi førleikamenning.

“Afturberingin hevur týdning fyri, hvar altjóða framleiðslur leggja sítt arbeiði og sínar pengar. Ein kappingarfør og álítandi skipan kann fáa fleiri framleiðslur til Føroya og skapa virksemi hjá bæði filmsfyritøkum og øðrum føroyskum vinnum,” sigur ráðið.

Hækkingarnar skulu eisini bøta um minkandi keypiorkuna vegna støðugan prís- og kostnaðarvøkstur og styrkja kappingarførið mótvegis londunum kring Føroyar, sum brúka afturbering og onnur fíggjarlig amboð til at draga framleiðslur til sín.


Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37