Aftur í gjár var løgreglan á ferð og kannaði, hvussu skjótt bilar koyrdu. Hesa ferð vóru tey í Havnini og har um vegir, og í Kollafjørði. Og tey gjørdu eitt gott hál, tí hesa løtuna tey vóru á ferð, vórðu fleiri bilførarar tiknir - og teir koyrdu alt ov skjótt.
Tað eru nøkur vegastrekki í landinum, sum eru so góð, at bilførarar lata seg freista til at koyra ov skjótt, ella teir lata seg lumpa tí teir halda, at tað er loyvt at koyra skjótari enn tað í roynd og veru er.
Eitt av hesum vegastrekkjum er Glvursvegur, sum er vegastrekkið av nýggju brúnni um Sandá og heilt niðan á Argjahamar. Har er bara loyvt at koyra 50, men har fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 72 og 77 kilometrar um tíman.
Eitt annað slíkt vegastrekki Velbastaðvegurin, á strekkinum ímillum býin og Norðasta Horn. Har er bara loyvt at koyra 60, men har misti ein bilførari koyrikortið fyri at koyra 96.
Og so er tað vegastrekki ímillum tunnilsmunnan á Kollafjarðartunlinum og rundkoyringina í Kollafjørði. Har er loyvt at koyra 80, men har misti ein bilførari koyrikortið fyri at koyra heili 131 kilometrar um tíman.
Og í Vágatunlinum, har tað er loyvt at koyra 80, varð eisini ein bilførari tikin, men hann fekk bara bót fyri at koyra upp ímóti 100.