Ongi úrslit

Fingu bót fyri at flúgva við dronu ov nær við flogvøllin

Savnsmynd
Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Á Miðdegi í gjár varð ringt til løgregluna at siga frá, at fólk flugu við dronu á Trælanípuni. Løgreglan sigur, at talan var um trý útlendsk ferðafólk, sum flugu við dronu.

Løgreglan sigur, at tey komu við løgregluni til Havnar og har fingu tey 3.500 krónur í bót í part sum tey rindaðu á staðnum - men tey fáa dronurnar aftur.

Løgreglan sigur, at tey fingu bótina fyri at flúgva við dronu ov nær flogvøllinum. Tað er nevniliga ikki loyvt at flúgva við dronu nærri enn fimm kilometrar frá flogvøllinum.

Tað er eisini týðiliga merkt við skeltum, so tað eiga tey at vita - men spurningurin er um tey so taka kjansin fyri at fáa nakrar góðar náttúrumyndir.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27