Ongi úrslit

Fingu bót fyri at koyra ov skjótt - og fyri at pissa mitt á vegnum

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Dagurin í gjár var fjølbroyttur hjá løgregluni, og onkrar av uppgávunum vóru heldur sjáldsamar.

Aftur í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar, har fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Ein av teimum var ein bussførari, sum koyrdi 86 kilometrar um tíman í óbygdum øki, hóast hann bara hevur loyvi at koyra 70.

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 99, har hann hevði loyvi at koyra 80. Tað fær hann klipp fyr, men koyrdi hann bara tveir kilometrar skjótari, misti hann tað.   

Ein bilførari varð eisini tikin fyri at brúka fartelefon ímeðan hann koyrdi, so tað fær hann eisini klipp í koyrikortið fyri, umframt 1.000 krónur í bót.

Og fyrrapartin í gjár kom løgreglan fram á ein mann, sum stóð mitt á vegnum í miðbýnum í Havn og pissaði. Tað var líkasum ovboðið, so hann fær 1.000 krónur í bót fyri tað.

Og í gjár var ein hundur farin inn í ein hósnagarð í Havn, har hann hevði tikið lívið av fleiri hønum. Tann, sum átti hønurnar, fekk læst hundin inni og so varð ringt eftir løgregluni - og tað fær hundaeigarin bót fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

15 tímar síðan

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

22 tímar síðan