Ongi úrslit

Fiskastovnar undir trýsti: Bert 62,3 prosent verða veidd burðardygt

Alheims alingin veksur skjótt, men samstundis minkar parturin av heimsins fiskastovnum, sum verða veiddir á lívfrøðiliga burðardyggan hátt. Tað skrivar ST í einari nýggjari frágreiðing.

© Karel Mistrik / Unsplash
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Fiskur og annar matur úr havinum eru framvegis millum týdningarmestu matvørukeldurnar í heiminum. Men nýggja heimsmetingin World Ocean Assessment vísir, at grundarlagið er undir vaksandi trýsti.

Aling og fiskiskapur geva stóran part av proteininum

Sambært metingini er matur úr fiskiskapi og aling umleið 20 prosent av øllum djóraproteini, sum fólk í heiminum eta. Samstundis standa aling og fiskiskapur fyri 6,7 prosentum av samlaðu proteinnýtsluni hjá fólki.

Men gongdin er ikki bara jalig. Parturin av heimsins fiskastovnum, sum verða veiddir á lívfrøðiliga burðardyggan hátt, fall úr 64,6 prosentum í 2019 niður í 62,3 prosent í 2021.

Tað merkir, at fiskastovnar framvegis eru undir stórum trýsti, hóast framstig eru gjørd innan fiskivinnufyrisiting.

Alingin er stóra drívmegin

Alingin er vorðin ein stór drívmegi, tá ið tað snýr seg um mat úr havinum.

Heimsframleiðslan í sjóaling var 55,7 milliónir tons í 2018 og 60,2 milliónir tons í 2022. Virðið vaks samstundis úr umleið 568 milliardum krónum upp í umleið 666 milliardir krónur.

Metingin staðfestir, at alingin er vorðin ein alsamt størri partur av heimsins matvøruskipan. Aling hevur stóran týdning fyri mattrygd, føðslu og búskap. Men aling ber eisini við sær týðiligar avbjóðingar.

Serliga verða samfelagslig góðtøka, dálking, sjúkur, veðurlagsbroytingar og spurningurin um fóður nevnd sum stórar avbjóðingar. Í aling av fiski og rækjum er framvegis stúran fyri nýtsluni av fiskamjøli og lýsi, tí hetta kann leggja trýst á fiskastovnar og skapa kapping millum fóður og mat.

Ólógligur fiskiskapur kostar milliardir

Ólógligur, ófráboðaður og óskipaður fiskiskapur er framvegis ein av størstu hóttanunum móti burðardyggari nýtslu av havinum.

Sambært metingini fara millum 8 og 14 milliónir tons av ófráboðaðari veiðu í ólógligan handil á hvørjum ári. Søluvirðið verður mett til millum 67 og 127 milliardir krónur um árið.

Samlaða búskaparliga tapið verður mett til millum 194 og 374 milliardir krónur. Tapið stendst av, at fiskur verður fluttur úr lógligu handilsskipanini.

Betri reglur eru neyðugar

Metingin leggur dent á, at framtíðin krevur greiðari reglur, betri sporbarleika, størri gjøgnumskygni og burðardyggari handilsskipanir.

Boðskapurin er greiður: Heimurin fær ikki tryggan mat úr havinum við vøkstri einsamøllum. Fiskiskapur og aling mugu stýrast skilabetri, um matur úr havinum framvegis skal vera ein trygg og burðardygg matkelda.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

Í gjár kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41