Ongi úrslit

Fiskavøruútflutningurin til Kina fleirfaldaður: Frá 20 til nærum 110 milliónir um mánaðin

Kina er ein av skjótast vaksandi útflutningsmarknaðunum hjá Føroyum. Fiskavøruútflutningurin til Kina er vaksin 514 milliónir krónur seinasta árið.

© Hagstova Føroya.
Føroyar útfluttu vørur fyri knappar 14,3 milliardir krónur frá juli 2025 til juni 2026.
Edmund Jacobsen
18 minuttir síðan

Føroyski fiskavøruútflutningurin til Kina hevur tikið eitt stórt lop. Seinastu 12 mánaðirnar er útflutningsvirðið til kinesiska marknaðin vaksið 514 milliónir krónur.

Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya fyri tíðarskeiðið frá oktober 2025 til september 2026.

Samlaði føroyski vøruútflutningurin var nærum 14,4 milliardir krónur. Tað er góð milliard krónur meira enn undanfarna 12 mánaðaskeið.

Fiskavøruútflutningurin vaks góðar 1,2 milliardir krónur, svarandi til 10 prosent.

Laksurin stendur fyri stórum parti av vøkstrinum

Laksurin hevur stóran týdning fyri framgongdina. Helvtin av vøkstrinum í útflutninginum til Kina stavar frá hægri útflutningsvirði av laksi.

Samlaða útflutningsvirðið av laksi vaks knappa milliard krónur, ella 16,3 prosent. Útflutta nøgdin vaks samstundis knøpp 18.000 tons, svarandi til næstan 18 prosent.

Útflutningsvirðið av toski vaks nærum 250 milliónir krónur, ella góð 19 prosent.

Hinvegin minkaði útflutningsvirðið av makreli og fiskamjøli.

Útflutningurin til Kina nærkast 110 milliónum um mánaðin

Kina er vorðið ein týðandi marknaður fyri føroyskar fiskavørur.

Í byrjanini av 2020 minkaði útflutningurin nógv, men síðani er mánaðarliga útflutningsvirðið fleirfaldað.

Tá varð útflutt fyri umleið 20 milliónir krónur um mánaðin. Nú nærkast mánaðarliga miðalvirðið 110 milliónum krónum.

Eisini aðrir marknaðir hava havt framgongd. Útflutningurin til Spania vaks 244 milliónir krónur og til Italia 141 milliónir krónur.

Samstundis minkaði útflutningurin til Russlands 138 milliónir krónur.

Sjey lond keypa nú føroyskar fiskavørur fyri meira enn eina milliard krónur um árið. Tey eru USA, Spania, Kina, Bretland, Danmark, Russland og Niðurlond.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27