Ongi úrslit

Fiskifrøðingar og politikarar: Stríðið um føroysku fiskastovnarnar

Nýggj føroysk gransking vísir, at politikarar vóru skjótari at fylgja tilmælum frá fiskifrøðingum um økta veiðu enn tilmælum um at avmarka fiskiskapin.

Tá fiskifrøðingar mæltu til størri veiðu, lurtaðu politikararnir. Men tá fiskiskapurin skuldi avmarkast, var støðan ein onnur. Tað vísir nýggja bókin eftir Tráin Petursson Nónklett.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Í 1970 mæltu fiskifrøðingurin Jákup Sverri Joensen og Fiskirannsóknarstovan til, at seks til átta trolbátar fingu loyvi at fiska innan fyri føroyska 12 fjórðinga fiskimarkið. Trý ár seinni vóru trolbátarnir 57, og Fiskirannsóknarstovan mótmælti gongdini.

Hetta er eitt av dømunum í nýggju bókini Vitan og stríð og stríð um vitan eftir søgufrøðingin Tráin Petursson Nónklett.

Bókin vísir, at fiskifrøðilig tilmæli serliga vunnu politiska undirtøku, tá tey snúðu seg um at økja fiskiskapin. Tá fiskifrøðingar mæltu til avmarkingar, var munandi torførari at fáa politikararnar við.

Vøkstur fram um avmarkingar

Granskingin fevnir um árini 1950–1977 og lýsir, hvussu fiskifrøðingar ávirkaðu føroyska fiskiveiðifyrisiting, fiskivinnu og fiskivinnupolitikk.

Fiskifrøðingarnir vildu hava fiskiskapin skipaðan soleiðis, at fiskastovnarnir vórðu gagnnýttir best møguligt. Teir mettu, at summir stovnar toldu størri veiðu, meðan veiðan eftir øðrum mátti avmarkast.

Bókin vísir eisini, at politikarar vóru meira sinnaðir at stuðla avmarkingum, tá tær góvu føroyskum fiskimonnum fyrimun fram um bretskar trolarar.

Frá sildakreppu til politiskt stríð

Bókin viðger eisini, hví stóri sildafiskiskapurin í Norðuratlantshavi fór fyri bakka seinast í 1960-árunum, og hví kollfirðingar mótmæltu hummaratrolum í 1950-árunum.

Tráin Petursson Nónklett er postdoc-granskari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya. Bókin byggir á ph.d.-ritgerð hansara, sum hann vardi í november í fjør.

Fróðskapur hevur givið bókina út. Hon er 526 síður og kostar 398 krónur.

Týsdagin 3. november klokkan 17 verður útgávutiltak í Panamé/Gamla bókhandli í Havn, har samrøða verður við høvundin.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

Í gjár kl. 23:20

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

3 tímar síðan

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Skuldsetur fyri at vísa seg fyri teimum í svimjihøllini

16. oktober kl. 08:18

Búskaparráðið: Samgongan ger beint øvugt av tí sum er rætt at gera

Í gjár kl. 08:36