Ongi úrslit

Fiskivinnan í ES: Felagsskapir vilja herða eftirlit við fiskiskapinum

Umhvørvisfelagsskapir og umboð fyri smáfiskiskapin vilja hava ES at herða eftirlitið við fiskiskapinum heldur enn at gera grundleggjandi broytingar í felags fiskivinnupolitikkinum.

Edmund Jacobsen
12. juli kl. 06:49

Sambært felagsskapunum eru ES-reglurnar innan fiskiskap í høvuðsheitum nóg góðar. Trupulleikin er, at limalondini í fleiri ár ikki hava tryggjað, at tær verða hildnar.

Felagsskapirnir ávara um, at ein umfatandi endurskoðan kann gera verjuna av fiskastovnum og havumhvørvinum veikari, og samstundis raka smá fiskivinnusamfeløg.

1,7 milliónir tons av fiski verða tveitt fyri borð

Útblaking og hjáveiða teljast millum størstu trupulleikarnar í evropeiska fiskiskapinum. Sambært Environmental Justice Foundation, EJF, verða umleið 1,7 milliónir tons av fiski framvegis tveitt fyri borð árliga.

Hetta hendir, hóast felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES ásetur landingarskyldu. EJF ísir á, at eftirlitið serliga er ov veikt í ávísum botntrolsfiskiskapi.

– Tørvur er ikki á at avtaka ella endurnýggja reglurnar, men á politiskum vilja til at tryggja, at galdandi reglur verða hildnar, sigur Sean Paramore hjá EJF.

Yvirfiskingin er minkað munandi

Síðan 2014 er lutfallið av fiskastovnum í ES, sum verða yvirfiskaðir, minkað úr 54 prosentum í 21 prosent.

Felagsskapirnir viðurkenna framgongdina, men ávara um, at veikari krøv til fiskiskapin kunnu gera hana til einkis. Teir vilja tí hava ES-nevndina at seta tiltøk í verk ímóti limalondum, sum ikki halda reglurnar.

Felagsskapirnir krevja eisini, at smáfiskiskapur og fiskiskapur við lítlari ávirkan á umhvørvið fáa betri atgongd til kvotur.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06