Hóast greið frámæli frá Yvirfriðingarnevndini og FNÚ, so heldur borgarstjórin í Havn fast og ætlar framvegis at byggja Altjóða Fjallasúkklubreyt við Vesturvarða
Fjallið og Lítlafjall liggja sum flestum kunnugt við Vesturvarða, beint omanfyri Havnina.
Lendið á hesum fjøllum, hevur sambært serfrøðingum ikki broytt munandi skap síðani ístíðina.
Men hetta fer kanska at broytast skjótt. Tí hóast at bæði Yvirfriðingarnevndin og Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag (FNÚ) hava frámælt, so ætlar borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu framvegis at byggja Altjóða Fjallasúkklubreyt, á teimum einastu óspiltu fjøllunum kommunan ræður yvir.
Uni Arge gjørdi herfyri áhugaverda útvarpssendirøð, ið hann nevndi “Oyggjar undir trýsti”
Sendingin bygdi fyri ein stóran part uppá tí fortreyt, at myndugleikar ikki tóku nóg stór atlit, tá ósplit lendið var tikið.
Serliga áhugavert var at hoyra fleiri umboð fyri Tórshavnar Kommunu. Tey lýsti seg í sendingini at vera fyrimyndir og vildi vera við, at høvuðsborgin vildi ganga undan, í royndini at verja óspilt økir í haganum.
Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon, arbeiðir miðvíst fyri at byggja eina Altjóða Fjallasúkklubreyt á fjøllunum við Vesturvarða.
Í frámælunum hjá Yvirfriðingarnevndini og FNÚ, stendur annars greitt at hetta er varðveitingarverd náttúra og heita tey á Tórshavnar Kommunu og Súkklusambandið um at steðga á og kannað aðrar møguleikar.
Yvirfriðingarnevndin og FNÚ mæla til, at heldur kannað um møguleiki er at byggja breytina við Bøllureyn. Vísandi til, at har er náttúran longu munandi merkt av inntrivum.
Men borgarstjórin og sersambandið nokta at lurta og arbeiða miðvíst víðari, við tí høvuðsgrundgeving, at breytin skal vera liðug til Oyggjaleikir komandi ár.
Kann tað veruliga vera rætt, at seinastu fjøllini ið Tórshavnar Kommuna ræður yvir, skulu ofrast bara tí Oyggjaleikir skulu vera í Føroyum.
Økið við Vesturvarða er løtt atkomilig náttúra og eru hetta einastu óspiltu fjøllini, har havnarborgarar uttan at spyrja nakran bónda, enn hava frítt at fara. Hetta tí kommunan sjálv eigur hagan.
Frámælini sum borgarstjórin og onnur í samgonguni halda lítið um, eru rættiliga greið, m.a. skrivar FNÚ soleiðis í teirra skrivið:
“Økið við Lítlafjall, Vesturvarða og Fjallið, har rossagøtan liggur, er áleið hálvan ferkilometur. Økið, sum liggur í 200-220 metra hædd, er enn órørd náttúra, um vit síggja burtur frá ávirkanini av seyðahaldi. Har eru vátlendi, klettar og forkunnug støð, sum hava ligið soleiðis síðani ístíðina. FNU sær stórt virði í at varðveita eitt slíkt náttúruøki í høvuðstaðnum.”
Greið tala og kanska skulu fólk seta seta sær sjálvum hesar spurningar.
Hví skúgvar borgarstjórin frámælið frá Yvirfriðingarnevndini til viks ?
Hví letst borgarstjórin sum um Føroya Náttúru og Umhvørsifelag ikki er til ?
Eg skilji einki av hesum og enn hevur borgarstjórin ikki unt okkum ella FNÚ eitt veruligt svar!
Brandur í Dali,
formaður í Ríðisamband Føroya