

Aftur í dag eru átta dystir á skránni í HM endaspælinum í hondbólti, sum í hesum døgum er í Norra, Danmark og Kroatia.
Danmark, sum framvegis hevur fulla úrtøku, fer í kvøld at spæla ímóti Sveis, og við sigri fer Danmark, sum verður roknað at vera stórur favorittur, at tryggja sær pláss í fjórðingsfinaluni. Sveis hevur trý stig.
Klokkan 17 hittast Týskland og Italia, sum bæði hava fýra stig. Vinnarin fer at taka stórt stig ímóti fjórðingsfinaluni.
Dagsskráin hjá Kekkia, sum hevur eitt stig, og Tunesia, sum einki stig hevur, er at sleppa undan aftasta plássi í bólki 1 í miðumfarinum.
Í bólki 2 hevur Frakland seks stig, og um tað eydnast at vinna ímóti Niðurlondum, sum hava fýra stig, so verður tað greitt, at Frakland fer at spæla fjórðingsfinalu.
Hjá Norðurmakedonia, sum hevur tvey stig, og Katar, sum einki stig hevur, snýr tað seg um at sleppa undan aftasta plássi.
Ungarn og Eysturríki hava trý stig, og innanhýsis uppgerðin hevur heilt stóran týdning fyri vánirnar at vinna seg í fjórðingsfinaluna.
Klokkan 14.30
Tunesia – Kekkia
Norðurmakedonia – Katar
Algeria – Guinea
Klokkan 17.00
Italia – Týskland
Niðurlond – Frakland
Pólland – Kuwait
Klokkan 19.30
Danmark – Sveis
Ungarn – Eysturríki