Omanfyri 8.000 fólk hava longu luttikið í kanningini "Finn øll við Diabetes 2", og fyribils úrslitini vísa greitt, hví hetta átakið er so týdningarmikið:
• Umleið 80 luttakarar hava fingið ábendingar um, at tey kunnu hava diabetes 2
• Nærum 500 luttakarar eru eyðmerkt at vera í vandabólkinum prediabetes
Prediabetes er undanstig til diabetes 2. At finna útav hesum tíðliga kann hava stóran týdning fyri tann einstaka, sum í samráð við egna lækna kann seta fyribyrgjandi inn við kosti og rørslu. Somuleiðis hevur stóran týdning at fáa tað staðfest, um ein hevur diabetes, soleiðis at sjúkan ikki fær gjørt ov nógvan skaða, ofta í tí stilla, áðrenn hon verður uppdagað.
Higartil hava luttakararnir verið:
57% kvinnur
43% menn
Kanningin heldur fram, og vónandi kunnu vit tvífalda luttakaratalið næstu seks mánaðirnar. Okkara vón er at vit kunnu hjálpast at við at finna øll við diabetes 2 í Føroyum. Øll 40 ár og eldri kunnu kanna teg, kanningin tekur bert nakrar fáar minuttir og ein fær svar á staðnum.
Hevur tú verið og kannað teg?