Tey, sum eru ringast fyri, hava rætt til at fáa eitt fíggjarligt ískoyti fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Hetta familjuískoyti, sum tað kallast, verður lækkað so hvørt inntøkan hækkar
Hinveegin eru lønir og ymsar veitingar hækkaðar munandi hesi einastu árini og tí er skjótari hjá fólki við lágum inntøkum at rena seg í hámarkið so at familjuískoytið verður skert, ella fellur heilt burtur.
Men fyri tað hava tey líka nógv brúk fyri ískoytinum, tí prísirnir eru nógv uppfarnir.
Harafturat kunnu fólk, sum eiga meiri enn 30.000 krónur á bók, ella í partabrøvum, heldur ikki fáa familjuískoyti og tí eru að nógv sum missa tað, serliga seinast í mánaðinum tá ið nógv fáa løn. Hetta markið verður nú hækkað upp í 40.000 krónur.
Av teimum sløkum 200 familjunum, sum í dag fáa familjuískoyti, eru færri enn 10 prosent, pør og restin eru støk.
Fult familjuískoyti er 48.000 krónur um árið fyri eitt barn og hækkar 6.000 krónur um árið fyri hvørt barn afturat - og tað er skattafrítt.
Fyri at fáa fult ískoytim skal inntøkan hjá støkum vera undir 120.000 krónur um árið. Er hon meiri enn tað, lækkar hon stigvíst Fyri pør er markið 220.000 krónur.
Fer inntøkan hjá støkum upp um 290.000 krónur fellur tað burtur, men tað hækkar nú upp í 310.000 krónur. Hjá pørum er markið 410.000 krónur og tað hækkar upp í 450.000 krónur.
Eisini er endamálið at framyvir skulu mørkini hækka autimastiskt eftir prísgongdini í samfelagnum.