Ongi úrslit

Fleiri leysasøgur úr Premier League - Isak, Delap og Sesko

Hóast tað er leingi til flytingargluggin í Onglandi letur upp, eru fleiri leysasøgur um leikaraskiftir uppi at venda

Ragnar Sjúrðarson
14. februar 2025 kl. 20:00

### Ísak hevur áhuga fyri Liverpool

Áleyparin hjá Newcastle og Svøríki, Alexander Isak, sum er 25 ára gamal, hevur stóran áhuga í at skifta til Liverpool. (Teamtalk)

### Manchester United fylgir Delap

Manchester United fylgir 22 ára gamla enska áleyparanum hjá Ipswich Town, Liam Delap. (Athletic)

### ósannlíkt at Arsenal fer at heinta nakran áleypara uttan sáttmála

Hóast fleiri skaðar, so er tað lítið sannlíkt at Arsenal fer at styrkja sínar álopsmøguleikar við at heinta ein áleypara uttan sáttmála orsaka av manglandi góðskuni hjá teimum tøku leikarunum. (Telegraph)

### Arsenal eltir Ísak og Sesko

Isak hjá Newcastle og 21 ára gamli slovenski áleyparin Benjamin Sesko hjá RB Leipzig eru millum leikararnar, sum Arsenal ætlar at fara eftir í summar. (Fábrizio Rómano)

### Tottenham, Newcastle og Bournemouth vilja hava Paixao

Tottenham, Newcastle og Bournemouth eru øll áhugað í at fáa 24 ára gamla brasilska kantspælaran Igor Paixao úr Feyenoord. (Sun)

### Bournemouth hevur enn ikki samráðst við Iraola

Bournemouth hevur enn ikki byrjað samráðingarnar við venjaran Andoni Iraola. 42 ára gamli spaniólin fer inn í seinasta árið av sáttmálanum við endan av inniverandi kappingarári. (Mail)

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

13 tímar síðan

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32