Ongi úrslit

Løgmaður eftir sendingina um Leiv: Rúsevnismisnýtsla má ikki gerast eitt politiskt stríðsmál

Løgmaður heitir á politisku flokkarnar um at standa saman í stríðnum móti rúsevnismisnýtslu. Hann vil hava størri dent lagdan á fyribyrging.

© Kringvarp Føroya.
Søgan um Leiv hevur fingið løgmann at seta orð á ein álvarsligan samfelagstrupulleika. Beinir Johannesen vil hava politisku flokkarnar at standa saman um fleiri átøk móti rúsevnismisnýtslu, serliga innan fyribyrging.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Rúsevnismisnýtsla er ein ov álvarsligur trupulleiki til at gerast eitt stríðsmál millum samgongu og andstøðu. Tað staðfestir Beinir Johannesen, løgmaður, eftir sendingina Leivur vil liva í Kringvarpinum.

Vil hava politiska semju

Í einum uppslagi á Facebook takkar løgmaður Leivi fyri at siga sína søgu alment.

– Tú ert tann, sum tú sjálvur vildi síggja í sjónvarpinum sum yngri, skrivar hann.

Sambært løgmanni vísir sendingin, hvussu samansettur trupulleikin við rúsevnismisnýtslu er.

– Tað er eingin einføld loysn at basa tí, staðfestir hann.

Fyribyrging skal raðfestast

Løgmaður vísir á, at fleiri átøk eru raðfest á fíggjarlógini, men at hetta bert er byrjanin.

Hann vil hava fleiri átøk, serliga á fyribyrgjandi økinum, og sigur seg merkja politiskan vilja millum allar flokkar.

– Hetta er eitt samfelagsmál, skrivar Beinir Johannesen.

Hann undirstrikar, at bæði politiska skipanin og alt samfelagið mugu standa saman um at taka trupulleikan í álvara.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54