Tað hevur vakt ans, at samgongan nú ætlar at strika serliga tilboðið til mammur, sum fáa barnsburðartunlyndi.
Hetta tilboðið, sum tey nevna »Ein góð byrjan«, er í samráð við Gigni og Ljóðsmøðratænastuni og tey, sum standa aftan fyri tað, eru Sanne Storm, musikkterapeutur og sálarfrøðingarnir, Rannvá Sloan Jørgensen og Lív Højsted Horsdal.
Og nú Fíggjarnevndin viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, hava, sum varða av tilboðnum, greitt frá, at tey hava havt 60 ávísingar um mammur, sum hava stríðst við barnsburðartunglyndi.
Tilsamans hava tey havt 81 samrøður við hesar mammurnar og tey hava havt fýra bólkaumfør við 32 luttakarum Hendan seinasta mánaðin hava tey fingið 16 ávísingar.
Tær siga, at burðartunglyndi órogvar tilknýti millum børn og foreldur og verður tað ikki viðgjørt, kunnu foreldur vísa tekin um tunglyndi í nógv ár,
Tey siga, at tað vísir seg eisini, at trý ára gomul børn hjá foreldrum við óviðgjørdum burðartunglyndi, hava fleiri sálarligar trupulleikar enn onnur børn.
Børn hjá foreldrum við óviðgjørdum burðartunglyndi eru í størri vanda fyri:
– At hava atferðartrupulleikar í 3 ára aldri
– At hava trupulleikar við skúlagongd sum 16 ára gomul
– At fáa tunglyndi í ungdómsárunum
Í ár eru 4,5 milliónir játtaðar til endamálið, men nú er hon uppi - og 16 foreldur standa á bíðilista. Tí hava tey søkt um at fáa 500.000 krónur afturat næsta ár so at játtanin verður fimm milliónir.
– Tað sær út til at tørvurin á tilboðnum er veksandi, siga tey við Fíggjarnevndina. Men, sum sagt, ætlar samgongan nú at strika hetta tilboðið, so at mammur við barnsburðartunglyndi skulu ígjøgnum vanligu psykiatriina.